Jólatúr til Berlin

So gera vit aftur ein av okkara stak væl dámdu ferðum til tann jólaskrýdda Berlin.
Vit fara við komfortablum bussi sunnudagin tann 1. december og koma aftur hósdagin tann 5. december. Vit búgva á luksushotelli við stórum morgunmati í tí vestara býarpartinum og koma ógvuliga víða um, líka frá Kurfürstendamm í vestri til Unter den Linden og Alexander Platz í eystri. Vit uppliva nógv, bæði søguligt, skemtiligt og socialt í tí søgu-mettaða risabýnum. Vit vitja eisini ýti, har tann vanligi turisturin ikki finnur ella kennir.

Prísurin fyri fimm søgukoncentreraðar skemti-dagar afturvið teimum víðgitnu, fjøllbroyttu og pulserandi jólamarknaðunum í Berlin er einans 2.398 kr, og enn eru 8 pláss leys.

Minnist til, hvat Klaus Rifbjerg segði um Berlin: "Den by bliver man ALDRIG færdig med." Eftir túrin hava tit debatt-tilfar, ikki bara til øll jólini, men til restina av lívinum. Hetta eru orðini og viðmæli frá teimum allarflestu av mínum fyrrverandi luttakarum.

Sendið vinarligast ein mail til vird@live.dk ella ringið til 30364175, sum allarskjótast, tí eg skal helst melda aftur til ferðastovuna, áðrenn okkara leysu pláss kunnu verða seld til "ótolnar" norskar turistar.